Vestmanna søga, bind 2
(Bók)
Helgi Jacobsen
2. bind er um Fitjahandilin og týdning hansara fyri menningina í nýggjari tíð. Hvussu útróðurin av álvara kom fyri seg, um bátar og skip, sum vórðu keypt til bygdina, og hvør virkaði fiskin. 2. bind lýsir, hvussu íðin fólk vóru at lynna undir nýggja vinnulívinum.
Ein partur er um virksemið og stóru hugsjónirnar hjá Ólavi á Heygum, tær íløgur, hann gjørdi, og ta mótstøðu, ið tók seg upp ímóti ætlanum hansara.
Stór deild er um tey hús og tey húski, ið vóru í Vestmanna í 1925. Greitt verður frá hvørjum húsi sær.
Innangarðsjørðin varð útskift í 30-árunum, handverkaravinnan kom fyri seg, barnaheim varð stovnað og farið var undir stórverkætlanina SEV.
Ein lættari partur er eisini um gerandisdagin hjá vestmenningum, um trúarlív, ítriv og ítrótt.
---