Í tíðarbilinum frá 1856 til 1940 vaks fólkatalið í Klaksvíkar kommunu úr umleið 280 upp í umleið 2200. Henda bókin er um hetta skeiðið. Tað er í hesum skeiði, at Joen Fredrik Kjølbro, vanliga bara nevndur Kjølbro, mennir sína stóru reiðara- og handilsfyritøku í Klaksvík, og at brøðrasamkoman, sum fekk stóran týdning fyri vinnuligu og mentanarligu gongdina í Klaksvík í 20. øld, festir røtur og fær stóra undirtøku í Klaksvík.