Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn. Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni.