Bókin er ætlað ungum og er grundað á eitt fyribrigdi, sum tíanverri er sera vanligt: Hetta, at tú fært børn at kríggjast í bardaga, sum vaksin hava ábyrgd av. Í bókini fylgja við systkjunum Anselmo og Lucindu, sum verða rænd av geriljahermonnum, tá ið teir leypa á bygdina, har børnini búgva. Søgan gongur fyri seg í Mosambik og lýsir tíðina, tá ið borgarakríggj herjaði har. Søgan er í stuttum um tann drúgva, torføra vegin aftur til friðin.