22 ára gamli høvuðspersónurin í søguni átti helst at verið nøgd við arbeiði sítt, íbúð sína og vin sín. Hon kann enntá vera fitt á at líta – uttanífrá. Men innara lív hennara er óskipað og gongur sum ein filmur av ruðuleika við dreymum, sterkum longslum og loyniligum, ræðandi heilaspuna, sum hon hevur lítlan hug at spegla sær í.