Søgur og lagnusøgur
(Book)
John S. Myllhamar
Flestu søgurnar eru lagnusøgur. Nakrar eru upprunaligar, aðrar eru skrivaðar sum hendingar, ið bornar eru á mannamunni gjøgnum øldir og bygdar á eitt nú fólkanøvn og staðarnøvn. Uppaftur aðrar eru lýsing av, hvussu fólk kunnu og eisini hava havt tað, ið livdu um taðmundið, tá ið viðurskiftini í samfelagnum vóru soleiðis, sum innihaldið í søgunum lýsir.