Í Oddvørsa fjórðu bók, hevur hon gjørt meira burturúr heilsugóðum uppskriftum. Her eru fleiri grønir rættir, grønmetið er grovari, her eru fleiri rótfruktir, ennn áður og hon hevur leitað aftur til góðu, gomlu og nátturligu kornsløgini. Í bókini eru 94 uppskriftir til tín, sum vilt royna nakað nýtt, sum elskar tann góða fiskin, sum dámar breyð við góðari tyggju, og til tín, sum hevur eina søta tonn. Lívið er góður matur. Og góður matur er matur, gjørdur frá grundini, við kærleika og úr góðum rávørum.