Bókin tekur støði í arbeiðnum hjá Leif Sørensen í matstovuni Koks, tí heitið á bókini.
Koks, sum er á føroyskum og enskum, er stór í vavi og telur 290 blaðsíður í sjáldsama vakrari permu. Bókin kann bæði sigast at verða matlistarlig, gastronomisk, og myndlistarlig, so góðar myndirnar úr føroysku náttúruni eru. Í orðum og myndum verða djúpt heimligu og samstundis avgjørt altjóða avrikini hjá Leifi lýst, tær skiftandi árstíðirnar, tær mongu heimligu rávørðurnar og ikki minst føroyska matmentanin. Serliga sjáldsama haldi eg lýsingina av grindadrápi verða.