Klandursskrímsl
(Bók)
Kalle Güettler, Áslaug Jónsdóttir, Rakel Helmsdal
Stór og smá bæði í Føroyum og kring heimin dámar væl skrímslini bæði. Og tað er ikki av ongum, tí høvundarnir viðgera evni, ið børnini kenna aftur
Lítla og Stóra skrímsl keða seg. Lítla skrímsl vil sleppa at tekna, men tað tímir Stóra Skrímsl ikki, hann vil heldur á seiðaberg. – Tað eru vit altíð, sigur lítla skrímsl og heldur, at teir skulu telva skrímslatalv. – Rotið! sigur Stóra Skrímsl, og soleiðis halda teir á at trætast, til Stóra Skrímsl fer um koll, og teir fara at klandrast.
Tað er ikki bara í Føroyum, at okkum dámar væl skrímslini bæði. Bøkurnar um skrímslini eru á sjey ymsum málum og hava fingið virðislønir og viðurkenningar og frálík ummæli uttanlands.
Sjálvt um skrímslabøkurnar kanska eru ætlaðar til 2-5 ára gomlu, so hóska bøkurnar í veruleikanum øllum, tí hvør hevur ikki roynt at klandrast við onkran?