Leikurin er sprottin úr syrgiligi hendingini, tá ið synir Kristinu Niklas og Teitur og vinmaður teirra Martin lótu lív. Kristina er útbúgvin sjónleikari og síðan vanlukkuna hevur hon nomið sær útbúgving á masterstigi innan teatur- og dramapedagogikk, við serligari áherðslu á sjónleik. Sum sjónleikari skalt tú tulka kenslur, í gleði og í sorg. Í sínari sorgarprosess hevur Kristina kanska verið serliga viðkvom um, hvussu umhvørvið hevur samskift við hana eftir hendingina, og hevur hon merkt ein ávísan ótta fyri at samskifta beinleiðis við hana, eins og hon hevur eina kenslu av, at samskifti gongur fyri seg uttan um hana og ikki við hana.Hetta er uttan iva nakað, sum øll, ið eru fyri ógvusligum hendingum eisini kenna, uttan kanska at duga at seta orð og kenslur á tað. Júst við síni útbúgving hevur Kristina møguleika at miðla júst hendan trupulleikan, við at geva kenslunum orð og form. Sum leikstjóri og høvundur er tað hon, ið talar og veit, hvat univers ferðast verður í. Leikurin er bygdur upp av brotmyndum við yrkingakendum hugleiðingum, sum kensluliga skera inn á bein.Við øðrum orðum, er leikurin, uttan at verða sentimentalur, sum eitt litband av øllum menniskjansligum kenslum, og lýsir klárt og beinraki eina støðu, sum flest øll, ið hava mist kenna seg aftur í, eins og tey, ið kenna seg hjálparleysan í slíkum støðum, kunnu finna amboð at samskifta við.Leikurin leggur upp til kjak og kann tí eisini verða eitt gott íkast til øll, ið starvast innan heilsu- og umsorganarøkið. Leikarar verða Annika Johannessen og Sofía Nolsøe, báðar útbúgvnar leikkonur, Annika við drúgvum royndum og Sofía nýútbúgvin, sum longu ger seg galdandi á Kgl. leikhúsinum í Keypmannahavn. Tær tríggjar, ið búgva í Keypannahavn, eru byrjaðar at venja har, og koma í næstum til Føroyar og venja her í 14 dagar og síðan byrja sýningarnar eftir ætlan í 9. februar 2013 á Tjóðpalli Føroya. Hansina Iversen, myndlistakvinna ger pallmyndina. Janek Szatkowski, dramaturgur og lektari á Dramaturgiinstituttinum við lærda háskúlan í Aarhus, lærari hjá Kristinu hevur vegleitt dramaturgiskt. Í tí sambandi hevur Inger Smærup týtt leikritið til danskt. Árni Baldvinson, Mikkjal Arge Galan og Jón Mc Birnie hava pallsmíð, ljós og ljóð undir hond. Sár á Sál er ein beinrakin, poetisk og kensluborin lýsing av einari ólukkuligari støðu, sum vit ongantíð hugsa fer at raka nakran, men, sum tá ið tað hendir, vísir, hvussu sárbar vit øll eru. Sár á Sál lýsir eisini, hvussu týdningarmikið tað er, at vit samskifta rætt, eisini, tá ið vit eru hjálpsom og vísa samkenslu. Sár á sál er ein søga um miss, ið ikki bøtist aftur. Sár á sál lýsir vónir, kontra veruleikan, í eini sorgarstøðu. Sár á Sál setir orð á okkara egnu ómegd. Sár á sál kann vónandi loysa upp tað tabu, ið er ein svár avleiðing í øllum samskifti eftir ógvusligar hendingar.