Harðskapur rakar kvinnur í øllum stættum - frá teimum á niðastu rók til stjórarnar, sigur Tað sigur Súsanna Olafsdóttir Skaale, sum hevur skrivað bókina "Um bara hann sló meg" Sálarligur harðskapur hevur ræðuligar avleiðingar fyri kvinnur. Men nógvar kvinnur gera alt fyri at fjala harðskapin. Tí hevur tað alstóran týdning at upplýsa um, hvørjar ræðuligar avleiðingar sálarligur harðskapur kann hava. Súsanna Olafsdóttir Skaale hevur skrivað bókina "Um bara hann sló meg." Bókin er um føroyskar kvinnur, sum hava verið fyri sálarligum harðskapi. Í sínum arbeiði sum sálarfrøðingur í Kvinnuhúsinum er hon komin í samband við kvinnur, sum eru illa fyri. Nú sigur hon søguna um fimm av teimum. Bókin snýr seg serliga um harðskapin, sum ikki sæst - tann sálarligi harðskapurin. Tað eru kvinnur í øllum stættum, sum eru fyri harðskapi - frá teimum á niðastu rók til stjórarnar, sigur høvundurin.