Í innleiðingini skrivar Jógvan Zachariassen soleiðis um bókina: "Hendan bók er um frælsi – veruligt frælsi, sum tekur fulla ábyrgd! Kristindómur Jesusar loysir menniskju frá øllum krøvum, væntanum og fordómum, sum lívið hevur lagt á tey. Eg eri sannførdur um, at tað, sum Charles Swindoll sigur í fororðunum í bók síni, Náðiveking, er eisini galdandi í okkara landi enn í dag: Ein nýggj rørsla er á veg. Tað er ein frælsisrørsla og ein lætti frá tí, sum so leingi hevur hildið okkum í teymum. Fleiri og fleiri trúgvandi síggja nú, at manngjørdar avmarkingar og lógarreglur, sum tey hava livað undir, eru ikki frá Gudi náðinnar, men frá menniskjum, sum ikki unna øðrum frælsi. Tað er ikki at gera ov nógv av at kalla hetta eina veking. Onki kundi glett meg meira. Henda frælsisveking hevur bíðað nóg leingi. Hon kemur í tøkum tíma.