Seinasta bókin í tríverkinum Hungursleikirnir er nú komin út. Lesarin kann fyrireika seg til ein spennandi enda á søguni um Katniss Katniss hevur tvær ferðir tikið lut í Hungursleikunum, men enn er hon á lívi. Tá ið triðja bók byrjar, er Gale flýggjaður, og Capitol hevur fangað Peeta. Sýsla 13 er farin undir at fyrireika álop á Capitol, nú er ovboðið hjá øllum, Capitol skal ganga undir. Katniss fær ein avgerandi leiklut í uppreistrinum, á sama hátt sum Capitol brúkti hana sum fyrimynd í leikunum, soleiðis verður hon eisini brúkt sum fyrimynd og undangongufólk í avgerandi stríðnum móti Capitol. Katniss er boðkveggjan.