Forelskilsi, vinalag og svik eru øll evni, sum verða viðgjørd í nýggju ungdómsbókini hjá Rakel Helmsdal, sum eisini egnar seg til vaksna lesaran Høvuðspersónur er gentan Argantael. Argantael er dugnalig og vøkur, og í skúlanum síggja tey upp til hana, tí hon hevur alt tað nýggjasta nýggja. At síggja til hevur hon alt, ein ungdómur kann hugsast at ynskja sær, men so er ikki. Tað, Argantael helst vil hava, eru foreldur, sum brýggja seg um hana. Sum lesari fært tú innlit í lívið hjá Argantael saman við einum kensluliga avmarkaðum pápa og sálarsjúkari mammu - tvey vaksin, sum ikki megna at seta barnið í miðdepulin. Kenslusami tannáringurin fær í so nógv at vevja seg úr, tá ið hon hittir ‘pappsystkini Dagan og Morganu, stutt eftir at ein vanlukka hevur rakt heim hennara. Argantael ger av at sjólátast. Ein drúgv tilgongd Søgan um Argentael hevur verið leingi á veg. Fyrstu ferð, vit hoyra um Argentael, er í erotiska stuttsøgusavninum Ein varligur dráttur í tara frá 1996. Sjálv sigur Rakel, at tað var eins og slapp hon ikki undan at siga alla søguna um hana: - Við uppfunnum persónum er tað eitt sindur sum við livandi menniskjum, tú kanst ikki bara sleppa tær av við tey, tá tú hevur hug. Tey krevja sítt pláss og vilja verða hoyrd. Persónurin Argantael hevur líkasum hildið á at liva sítt egna lív, síðani eg skrivaði hasa fyrstu søguna. Ymisk hugskot, sum eg havið fingið gjøgnum árini, hava hóskað til hennara, og so við og við er ein heil verð vorðin til rundan um hana. Ikki úr veruleikanum og tó Hon, sum róði eftir ælaboganum er eins lítið og t.d. søgurnar Úr Mosakullini nakað, sum Rakel sjálv hevur upplivað, men samstundis er hon, eins og alt annað sum hon og aðrir høvundar skrivað, eisini ein brotpartur av veruleikanum. - Tað snýr seg mest um at duga at leggja ting saman og trekkja onnur frá. Eitt slag av øðrvísi høvuðrokning. Tí er alt møguligt í søguni veruligt og kortini als onki. Satt at siga er hendan bókin líka verulig, sum bøkurnar um lítla og stóra skrímsl.