Í "Møde i mol” hittast Lisa og Kári aftur, tá Lisa fer til Føroyar at halda sín 50 ára føðingardag. Umframt kærleikssøguna lýsir høvundin eisini kenslur hjá føroyingum og samleikaspurningar og kenslur hjá dønum viðvíkjandi hesum. Tónleikur hevur ein týðandi lut í øllum trimum bókunum og er eisini í bókaheitunum. Høvundin flutti til Føroyar sum barn, tí pápin skuldi arbeiða hjá Ríkisumboðnum. Sum 18 ára gomul kom hon aftur til Føroya at arbeiða sum læraravikarur. Hennara alskur til Føroyar og føroysku náttúruna sæst týðiliga í bókunum.