Harry Birtilíð, hesin gávuríki miðvingurin kundi sum ungur væl hugsað sær at lært til lækna. Men nornurnar spinn vildi tað øðrvísi. Tá havnargentan Asta gjørdi tað liðugt, aftaá at tey høvdu veerið trúlovað í nærum fýra ár, stakk Harry í koyggjusekkin og fór út at sigla. Hann gjørdist sjómaður, skipari og skald - giftist danskari kvinnu, Harriett, og búsettist í Danmark. Tó var hann tjóðskaparmaður alt sítt lív og longdist illa eftir Føroyum. Tann longsulin umsetti hann til yrkingar og sangir til og um Føroyar, hansara elskaða land mót norð.