Norrøna bagall kemur av latínska bacalus, sum merkir bispastavur. Tí verður viðhaldsfólkið hjá kirkjuflokkinum í norska borgarastríðnum (1196-1217) nevnt baglarar. Sverri kongur hevur mest sum fingið valdið í Noregi, tá ið stríð brestur á ímillum hann og norsku kirkjuna, sum fær sjálvt pávaveldið upp í stríðið. Kirkjan lýsir Sverra í bann, og seinni lesur pávin í Rómaborg stóra interdiktið yvir Sverra kong. Alt kirkjuligt virksemi verður lagt lamið, og prestastættin verður biðin um at fara av landinum. Kirkjurnar eru ikki hús Guds longur. Ert tú ikki við í stríðnum ímóti Sverra kongi, ert tú glataður í helviti. Baglararnir manna sær sterkan her, og so er borgarastríð bæði á andaliga og tímiliga hermótinum. Eitt ræðuligt stríð, sum Sverri kongur ikki tapir. Tá ið Eyðun er liðugur at siga Kristini moy, dóttur Sverra kong, søguna um faðir hennara, takkar hon Eyðuni: „ … tú, harra Eyðun, hevur við nógvum og føgrum orðum leitt meg eftir gøtunum, har faðir mín, kongur, gekk. Har sá eg blómur og blóð. Eg eri tær ómetaliga takksom fyri tína vøkru søgu um Noregs kong, tann grima, sum veitti grið.“ Sverri kongur 3 - Kongur og trælur er triðja og seinasta bind um Sverra kong.