Tær tríggjar søgurnar eru Góða nátt, Álvur, Lumpar tú pápa tín, Álvur, báðar frá 1999 og Skunda tær, Álvur frá 2000.Søgurnar eru um evni, sum øll kenna væl aftur: tá barnið ikki tímir at sova, tá tað ætlar at gera okkurt, sum kanska er eitt sindur vandamikið, og tá tað ikki tímir at gera nakað. Hetta eru søgur úr gerandisdegnum, sum nú eru vorðnar klassikarar.