Úthurðin úti á Bø ríkir fyri seinastu ferð. Eitt avgamalt bygdarlag letur eyguni aftur eftir lokið dagsverk. Eitt harðvunnið tíðarskeið er at enda komið. Tey seinastu fólkini hava savnað sínar fáu pjøkar og ognarlutir saman í byrðar til burturferðar. Nakað av ognarlutum og okkurt av tilfari verður varisliga niðurtikið og hóskandi handfarið, tí kanska kann hetta koma aftur til nyttu í einum sethúsum, sum standa í gerð undir Glaðsheyggi í Havn. Henda bókin er skrivað um eitt frágingið bygdarlag, sum í øldir hevur havt heitið Úti á Bø. Bókin er um tvey húski, sum vóru uppsitarar fyri tvey festi. Tey hildu til har úti á Kirkjubøreyni í einari samanbygdari lon við felags inngongd. Samlaða gólvvíddin var 50 fermetrar, t. e. 25 fermetrar í vídd til hvørt húskið. Her húsaðust á leið 20 fólk alt árið, á degi og nátt, á vetri sum á sumri. Ætlanin er at geva áhugaðum eina hóming av, hvussu teirra tilvera var, hvørji hesi fólkini vóru, sum høvdu sína dagligu tilveru har úti í avdølum, og síðan at rekja ættina upp. Hvat varð av hesum fólkunum? Arnstein Niclasen hevur sín sermerkta frásøgustíl. Hann tvinnar yrkingar uppí og letur hugin reika, so søgan fær eitt víðsýnt og lýriskt lag.