Ongin er at spæla við, og Kaspar keðir seg illa. Simmsalabimm - kom og ganda stendur á eini eskju, hann finnur á ovastalofti; Kaspar tekur lokið av og fer at kanna gandaeskjuna nærri. "Simmsalabimm og bimmilimm, her er harra Timmilimm!" Kaspar hvøkkur við. Tað er gandastavurin, ið hevur fingið andlit og tosar. "Kaspar mín, Timmilimm er tænari tín," sigur gandastavurin blíðskortaður. Soleiðis byrjar søgan um Kaspar og gandastavin Timmilimm, sum púrasta tekur ræðið á einum annars keðiligum, regnvátum heystardegi. Hetta er fimtu ferð, vit vitja á Mjólkarvegi saman við listamanninum Edvard Fuglø