At myrða við skrivaraborðið sigur í stuttum søguna hjá altjóða krimibókini. og hon tekur eisini samanum føroyska krimiskriving. Meginparturin av bókini snýr seg kortini um krimibøkurnar hjá høvundanum sjálvum, og hvussu tað bar til , at hann fór undir at skriva krimi. Tað verður somuleiðis sagt frá íblástrinum il hvørja einstaka krimisøgu frá Blíð er summarnátt á Føroyalandi frá 1990 til Prædikarin frá 2013. í bókini eru omanfyri 200 bíløt av rithøvundum og permum frá Illustrerede klassikere um Jan bøkur, Sherlock Holmes og Agathu Christie til ein modernaðan amerikanskan høvund sum Michael Conolly.