Undir middag leygardagin 26. august 1939, fáar dagar, áðrenn annar heimsbardagi brestur á, er ferðaskipið s/s Lyra á veg úr Bergen til Föroya. Í einum sólstóli á afturdekkinum situr íslendska skaldið og ævintýramaðurin Benedikt Einarsson og tekst við at doyggja av einum ovurskamti av morfini. Nú er tann lötan komin í lívi hansara, tá ið fortíðin hevnir seg aftur. Gjögnum dvínandi tilvit skaldsins kraklast minnini í dreymkendum brotum. Minni um eitt lív, livað í streymkvarðanum millum tvær aldir, ta nítjandu og ta tjúgundu. Eitt lív halgað skaldskapi og hugsjónini um at lyfta eina tilafturskomna tjóð upp úr armóð og framtaksloysi. Men lívið hjá Benedikti Einarssyni er hinvegin eisini eitt lív, sum frá byrjan, ja, frá sjálvum gitnaðinum, er merkt av sviki og einum úrveljandi blindleika fyri tí, sum rembist og so at siga er viljin í samtíðini. So við og við fáa svikini og blindleikin alsamt daprari avleiðingar og ikki síðst, tá ið træðrir teirra flökjast inni í ætlanir hjá týðandi nasistum.