Lundarnir Karlo og Luddi eru tvíburar. Karlo er raskur og brasin – torir og vil alt. Meðan Luddi er varin og afturhaldin – hugnar sær í tí kenda, heimliga umhvørvinum. Hvørt heyst leitar Karlo sær saman við øllum hinum flytifuglunum til heitari lond. Men av tí at Luddi hvørki torir at flúgva ella svimja, verður hann verandi eftir. Tá so Karlo einaferð kemur í neyð, so er Luddi har og hjálpir og hevur vunnið á sínum bangilsi fyri tí ókenda.