Í bókini eru 15 skakandi hendingar. Hendingarnar eru av alskyns slagi: Kavari úr Fuglafirði, sum kemur í neyð á havbotninum. Um ein hund í Stóru Dímun, sum bjargaði smádreingi frá at detta útav eggini. Marjus Dam, sum kemur í dýrastu neyð, meðan hann koyrir og eldur brádliga kemur í bilin og bremsurnar svíkja. Um blinda kvinnu, sum dettur niður á jarnbreyt. Ein hending tá maður úr Skúgvi fór á glið í bjørgunum, steðgaði tá annað beinið hekk út av eggini. Sera áhugaverd søga tá jarðskjálvti rakti Vág og hvussu bygdin var skakað av ógvusligu ristingunum. Um mann, sum fekk hjartastopp á víðum havi. Ein hending har hemari breyt hol upp gjøgnum maskinbát, og menninir vóru í størstu neyð. Um tá Heldarstindur fekk sinoppsgass í trolið. Fyrrverandi løgtingsformaðurin Jógvan I. Olsen, tá ið hann á sínum fyrsta túri sum skipari var um at ganga burtur. Um skaðabrimið í Skálavík. Um syndarliga bátsvanlukku í Hvannasundi. Aðrar spennandi hendingar eru eisini.