Paul Celan var av jødiskum fólki í Czernowitz, sum tá var í Rumenia. Foreldrini vórðu myrd av nazistunum undir krígnum, men Celan hóraði undan í eini arbeiðslegu.Stutt eftir krígslok slapp hann til Fraklands, og seinni varð hann lektari í týskum bókmentum í París.Upprunaliga var Paul Celan ávirkaður av modernistiskum ráki í eystur- og miðeuropeiskum skaldskapi,eisini av franskari surrealismu,serliga var tað nazistiska týningin av jødum, sum meira og meira gjørdi vart við seg í skaldskapinum.