Undirfloyma
(Bók)
Anna Malan Jógvansdóttir
Tittulin Undirfloyma stendur ikki í orðabókini, men er ein tilsiping til kenslur og rørslur, sum streyma undir yvirflatanum. Yrkjarin vil gera vart við, at tað er av stórum týdningi, at vit fáa sett orð á tað,sum bylgist inni í okkum, at vit skulu viðgera tað, so tað ikki vendir sær ímóti okkum.Í yrkingunum kemur orðamyndin "glas" javnan fyri, tí soleiðis upplivir egið mangan viðurskiftini við umheimin og onnur menniskir.