HVÁLV er bók, sum varðveitir nakrar fáar, rárar løtur av teimum mongu, vit kunnu liva her í Føroyum. Fest í smáar bygdir, fjallarustir og firðir leiðir mynd eftir mynd okkum inn á endaleysar fløtur við norðlýsi, stjørnum og stjørnubreytum. Tú starir upp í endaleysa hválvið, og alt hevur sítt rætta pláss. Tú varnast, at til ber bæði at vera menniskja við hesum víddum í huganum og at skilja allar smálutir í hesum lítla samfelag.