Heksirnar
(Bók)
Roald Dahl, Eyðun Andreassen
Ein livandi heks hevur líka stóra fragd av at beina fyri einum barni, sum tú hevur av at fáa tær eina skál av jarðberjum og róma. Men tað ringasta við LIVANDI HEKSUNUM er, at tær líkjast ikki heksum. Tær ganga í vanligum klæðum og líkjast í allar mátar øðrum konufólki. So hvussu kanst tú vita, um tann blíða konan, tú hittir, í veruleikanum er ein heks?