Í hesari litføgru og hugtakandi bókini eru stuttlig og sprellandi dýraputl, sum snildisliga krógva nógv ymiskt. Á øllum síðum eru gátur at loysa, lutir at samanbera og ein rúgva av stuttligum tingum at finna og práta um. Finn tikaran, sum svevur, skríðandi slanguna, sama slag dýr – og tað, sum líkist frá! Og eydnast tað ikki, finnur tú øll svarini aftast í bókini.