Savnið er annars sett saman av natúrlýsingum, hugleiðingum um málningalist, hvat tey deyðu gera í sínum fríløtum, menn undir hatti, busstúrar og mangt, mangt annað. Yrkingarnar eru grundandi, skemtingarsamar og bersagnar alt í senn. Tann seinasti teksturin endar við hesum reglum um sólina: "sum støkkur upp hvønn morgun / sum var hvør dagur tann fyrsti". Eini ráð, sum lesarin kanska átti at gjørt til síni egnu.