Ein rúgva av myndum, sum Hans Eli Sivertsen hevur tikið og ein stuttligur tekstur til myndirnar, so er klárt at seta seg við barninum at blaða og tosa um lundar, lundalond og ungar, sum eta sild, sum lundin ber teimum í nevinum, og sum tí eitur nebbasild. Í hesari fittu bókini kemur rættiligt lív í lundarnar.