J.H.O.Djurhuus, Yrkingar 1898 - 1948
(Bók)
J.H.O. Djurhuus
J.H.O. Djurhuus (1881-1948) er uttan iva tað skald, sum hevur havt størstan týdning fyri føroyskar bókmentir yvirhøvur.Tað er honum fyri at takka, at føroyskur lýrikkur bleiv fluttur inn í heimsbókmentirnar, og at Ilions-kvæði gjørdist hvørs mans ogn her á landi.Um ávirkanina hjá Janusi kann sigast, at tað í føroyskum bókmentum var ein tíð áðrenn hann,og ein tíð aftan á hann. Janus Djurhuus, hevði fylt 135 ár 26. februar í ár.