Høgni Mohr verður viðurkendur sum góður høvundur í Føroyum.
Í "Fractura nasi" fer hann spontant avstað í allar bygdir og oyggjar í Føroyum.
Høvðusmotorurin á 1.300 kilometrar longu ferðini er leitanin eftir svarinum upp á avbjóðingar sum sorg, svik og skilaleysar siðvenjur. Hjálparmotorurin hevur tríggjar hestar: humor, atfinningarsemi og ta sváru líðingarsøguna.
Høvundurin ristir ei á hondinum. Hann styrkir støðu sína sum frásøgumaður. Høgni grætur, lær og slær, men spillir ikki seg sjálvan við listarligum ósketni. Hann varðveitir tamarhaldið sum ein annar Louis Theroux.