Ævisøgan um Svenning Johannesen er søgan um lívið hja 14 ára gamla dreinginum, sum fer til skips beint eftir at hava mist mammuna. Hetta er søgan um lív hansara á sjónum næstu 50 árini. Um lívið sum fiskimaður og skipari á koltrolarum, stórum síðutrolarum og trolbátum undir Føroyum og í Eystrasalti.