"Slepp tær til heiti fani" er savn við útvaldum, kontrerum tekstum eftir Høgna Mohr. Astrid Andreasen hevur myndprýtt.
Úr ummæli:
"Tað marginaliseraða menniskjað er kjarnin í tekstunum hjá Høgna. Ikki bara hvat sum helst menniskja, men fyrst og fremst við klangbotni í høvundanum sjálvum, og síðan ein eyðmerkt nútíðarlagna úr kjøti og blóði, sum enn er okkara millum. Eisini tá tey eru farin um hundrað, sum í tekstinum Einsamallur eftir."