Ráð og rúm – ein klassikari í kynjagransking og stríðnum fyri javnrættindum
Sítt egna rúm, 1929, kannar evnið ‘kvinnur og bókmentir’. Hon lýsir, hvussu kvinnur, gjøgnum tær avmarkingar, sum teimum hava verið settar, hava verið hildnar frá at skriva. At kvinnur, skulu tær verða rithøvundar, mugu hava ráð, t.e. eina ávísa lágmarksinntøku, so at hugur kann ferðast frælsur, og sítt egna rúm, ítøkiliga og - ikki minni – hugmyndafrøðiliga.