Plastruskið í sjónum lýsir, hvussu havið, kovin hjá sjófugli, er um at gerast eitt ruskpláss. Tá ið granskarar kanna deyðar havhestar, sum verða skolaðir uppá land, finna teir plast í maganum á teimum. Soleiðis boðar fuglurin frá, at alt ov nógv plastrusk er í sjónum. Tíbetur kunnu vit saman og hvør sær hjálpa havhestinum og hinum sjófuglunum, og runt um í verðini hava nógv fólk longu funnið upp á smartar uppfinningar og loysnir fyri at fáa ruskið burtur.
Mads, 10 ár, sigur soleiðis um hana:
”Bókin er um skrell, og um hvussu ein skal gera við tað. Hon er um, at passa uppá náttúruna og djórini. Av at lesa bókina, havi eg m.a. lært, at plast er gjørt úr olju, og at tað eru pinkulítlar platkúlur í øllum møguligum – t.d. í tannkrem. Eg havi eisini lært, at tað tekur 450 ár, áðrenn ein plastfløska er upployst í náttúruni, og nógv onnur ting.
Eg haldi, at ein skal lesa bókina, tí at ein verður yvirraskaður yvir, hvussu nógv skrell er í heiminum, og tú fært nógva vitan. Bókin hóskar til øll úr 9 upp í 100 ár, tí at øll skulu rudda upp eftir sær. Um tú ikki klárar at lesa hana sjálvur, kann ein vaksin hjálpa tær, tí har eru nógvar myndir í bókini.”