Anna og Óli, ið hava garðin undir hond, eru 9. ættarlið. Tey hava røkt garð og fenað á siðbundnan hátt í mong ár. Henda bókin greiðir frá rávørunum, nýttar verða, og arbeiðnum, sum verður lagt í. Vit fylgja ársringrásini við fenaði og gróðri, hvussu alt veksur og búnast, til tað endar á borðinum í fjálgari stovu við útsýni yvir firðir og oyggjar.