Ein maður liggur til at doyggja á landssjúkrahúsinum, tí eitt mistak er hent. Men hví er tað komið so langt? Og hvør hevur ábyrgdina? Samstundis er politisk kapprenning um, hvussu Føroya Sjúkrahúsverk skal skipast í hæddini. Deyðasjúki maðurin og sjúkrahúsverkið eru høvuðspersónarnir í skaldsøguni, Gloymdur, sum byggir á veruligar hendingar.