Alkohol kongur er sjálvsævisøguligur tekstur, sum lýsir njótingina, ið
stendst av drykkjuskapi, og ræðuliga bardagan við alkoholismu. Hetta er søgan
um tað tvíeggjaða svørðið, sum alkohol er.
Bókin avdúkar púkan Alkohol alment eftir gomlu ráðunum: Tann, ið hevur
brent seg, má ongantíð gevast at tosa um eldin.
Sosialrealistiska lýsingin hjá Jack London av egnum royndum og arvi – ikki
minst tí sosiala – er hugtakandi. Uttan kroyst av nøkrum slag lýsir hann,
hvussu ógvusligur drykkjuskapur hongur saman við at vera mansligur.
Hann sigur frá, hvussu ymisliga hann hevur upplivað alkohol á ymsum stigum
í lívinum, og dregur serliga fram frálíku upplivingarnar tannárini, tá ið hann
var sjómaður, og seinni í lívinum, tá ið hann var múgvandi og viðgitin
høvundur. Um stuttleikan, sum smátt um smátt varð til høpisloysi.
Sjálvur skifti hann ongantíð brennivínið um við vatn, tí hann visti, at
hann fór ongantíð at klára síni 1000 orð um dagin, kundi hann ikki fáa sær eitt
glas ella bæði trý.