Millum annað kann man lesa um mann, sum hevur uppplivað fleiri ferðir, at eldur hevur verið í skipum, hann var við. Kvinna sigur frá skelkandi hending, tá ið hon og drongur hennara vóru tikin útav vegnum í ódnini 1989. Sagt verður frá, tá ið Marshall sigldi á land við Lokloysi. Húsfólk siga frá, tá ið ein bilur við miklari ferð rendi á hús teirra á náttartíð. Umframt fleiri aðrar skelkandi hendingar eru at lesa í bókini.