Gjøgnum bókina læra børn, at tað eru nógv sløg av fólkum í heiminum, og at margfeldi er gleðiligt. Bókin røkkur um kynsfatan, kærleika, mismun, framíhjárætt, krossávirkan og at verja tað, sum er rætt. Við fittum myndum, klárum frágreiðingum og býtt sundur í stuttar partar, sum tað ber til at ferðast frítt ímillum, hjálpir henda bókin børnum at hugsa um, hvussu ein blíðari og rúmligari heimur kann verða skaptur.