BUBU hevur nógv tey seinnu árini súkklað runt við lítlu, fittu súkkluni. Og nógv eru tey - børn og vaksin, ið hava roynt hana.
Nu hevur BUBU endiliga fingið greitt frá um, hvussu alt byrjaði við súkkluni, og um hvussu ein kann uppliva at hava gleði, vónbrot, gjøgnumbrot og alt, sum er her ímillum.
Henda bókin er ætlað tær, sum tímir lesa hana, og vóni eg, at tú finnur nakað gott og jaligt í henni.
- BUBU