Ólavur er spentur, nú konan skal eiga, og hon føðir ein
vælskaptan drong, sum verður nevndur Jóhannes.
Ímillum fyrra og seinna partin gongur ein mansaldur.
Í seinna parti er tað ígjøgnum Jóhannes, vit síggja og hoyra
alt.
Vit eru saman við honum ein vanligan gerandisdag.
Men alt er øðrvísi henda dagin.
Frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi undrar Jóhannes seg
á, hvussu fremmant alt er. Guvarnir eru øðrvísi, allir lutir eru fjarari og
hava mist sítt vanliga evnistilfar. Alt er har og ikki.
---
… og Jóhannes hyggur upp og hann sær tár standa í eygunum á
Pæturi
Nei tað
var ikki gott, sigur Pætur
Tað var
ringt at hoyra, sigur hann
Havið
vil ikki hava teg, sigur hann
og Pætur
turkar tárini
So er
bara moldin eftir, sigur Pætur