Ein kærleiksøga í trimum pørtum, ið gongur fyri seg í Føroyum. Forfedrarnir hjá kærleiksparinum
verða lýstir í fyrsta parti. Í øðrum parti er tað uppvøksturin hjá ávikavist tí kvinnuliga og manliga
partinum, ið verða fortaldir. Í triðja parti er teirra samlív lýst.
Vítt forskjelligu bakgrundirnar hjá høvðuspersónunum Tove og Tóri geva bæði spenningar og
nýggja inspiratión til teirra tilveru saman.
Men avleiðingarnar av djúpum sálarsárum, tey ikki sjálvi síggja, stýra tey út í óføri.
Hægri maktir gera vart við seg, og spurningurin gerst, hvør vinnur:
Destruktivu kreftir misbrúksins ella kærleikin.