Bókin byggir á ástøði í menningar-, neuro- og kognitiónssálarfrøði og við støði í hesum, gevur bókin boð upp á, hvussu vit fyrireika børn og ung á bestan hátt til ókendu talgildu framtíðina. Vit kenna ikki framtíðina og hava als ongan møguleika at spáa um talgildu framtíðina við tí ferð, ið tøknin hevur í dag. Tað einasta, vit vita við vissu, er, at vitan og uppmerksemi verður avgerandi í framtíðini, ikki kunning ella upplýsingar, men vitan, ið hevur djúpar røtur í tí einstaka.
Tað er ikki vantandi tøkninýtslan, men vantandi vitan, ið verður ein trupulleiki í talgildu framtíðini. Vit eiga at geva børnum og ungum so góðar fakligar, kognitivar og sosialar førleikar sum møguligt. Og tað verður avgerandi, at tey læra at hugsavna seg og brúka uppmerksemi. Við hesum førleikum megna tey at møta talgildu framtíðini, sama, hvussu hon sær út, tí tey hava vitanina í sær og eru ikki tongd at Google fyri at finna svarini, teimum tørvar at taka avgerðir í framtíðini.
Bókin er ætlað øllum, sum hava áhuga fyri tøkninýtslu og menning hjá børnum og ungum ikki minst í skúla og stovni; lærarum, foreldrum og námsfrøðingum.