“Millum fjals og fjøru” er heitið á sættu krýnikuni hjá Jógvani Arge. Hon er um mangt og hvat, sum hendi í sjeytiárunum og fram í 80ini. Her er skrivað um alskyns viðurskifti á sjógvi og landi, í politikki og vinnulívi, frá Kubatrolarunum til hepnu bjargingina av 38 monnum við “Sundabergi”. Ítrótturin fær sítt um hondbólt og fótbólt. Tá C-HM 80 var í Føroyum í 1980 og 10 lond spældu fyri fullum hallum í Klaksvík, Vági og í Havn í 10 dagar. Og tá føroyingar fyrstu ferð spældu fótbólt á graslíki í Gøteborg í 1978 við dreingjalandsliðnum og unglinga- landsliðnum.