Krimisøgurnar fylgja álmanakkanum og eru ein livandi lýsing av tí nógva og spennandi, sum hendir her í Føroyum. Gáturnar nema samstundis við tað ódámliga, sum vit í felag mugu fyribylgja og koma til lívs. Hugskotið er at árvakni lesarin lærur seg at steðga á við støður, har tað verður logið, svikað ella eitthvørt illgrunasamt býr undir.
Í bókini eru 77 hugvekjandi og læruríkar søgur hjá føroyskum børnum, sum ikki vilja lata seg lumpa ella lokka til nakað býtt.