Vinmenninir hava alt at siga, upplivingarnar eru sterkari, tá ið tær eru felags; tá ið teir deila lívsroyndirnar og spegla sær hvør í øðrum. Vinahópurin styrkir samleika sín á konsertum, stevnum og sólarferðum. Men Bartal er á einum vegamóti, hann má finna sína egnu leið. Hann má velja millum tað at síggja til løttu og pínuleysu leiðina og ta tyngru, ið helst er tann, sum kann fáa hann at búnast sum menniskja.