Í ritinum eru ellivu vísindaligar greinar, fimm um málfrøði, tvær um samfelagsfrøði og fýra um náttúruvísindi, ein stutt fráboðan og yvirlit yvir nýggjar ph.d.-arar í 2018 og 2019. Millum greinarnar er lýsing av fuglasnaruni og hvussu hon hevur verið brúkt í Føroyum, sum Jens-Kjeld Jensen hevur skrivað. Grein hjá Beintu í Jákupsstovu er um ymiskan hugburð til, hvat endamálið er við kommunum.
Eisini er grein hjá Hjørdis H. Jensen og Bjørg Mikkelsen um karnitin í tvøsti og lambskjøti.
Ritstjórar eru Eyðfinn Magnussen, Firouz Gaini, Hans Andrias Sølvará, Kalpana Vijayavarathan og Malan Marnersdóttir. Helgi Jacobsen og Annika Sølvará hava samskipað arbeiðið.
Rit nr. 65-66 er 170 bls.